Í kvøld er stórt veitslukvøld

Barrirnar brynja seg við eyka fólki handan barrdiskarnar í kvøld

Tey eru mong, sum halda, at í ár fella jólini á júst rætta hátt soleiðis, at ein fær flest frídagar burturúr. Hvussu er og ikki, so er kortini greitt, at hóast mong ivaleyst halda seg til jólahuga heima við hús í kvøld, nú jólaaftan er sunnudagin, so eru tey eisini mong, sum leita sær í veitslu í býnum. 

 

 

Tí In.fo hevur í dag verið í samband við fleiri barreigarar í Havn. Og øll siga sum ein, at í kvøld er ársins veitslukvøld. Hetta sæst aftur við, at barreigararnir hava brynjað seg við eyka fólki handan barrdiskarnar. 

 

 

Matstovur og hotell, sum in.fo hevur verið í sambandi við siga, at í kvøld er eisini ein stórur jólafrokostdagur. Tí kann væntast at barrir og dansistøð kring landið verða á tremur við fólki hetta seinasta veitslukvøld áðrenn jólaaftan.