- Borgarstjórin tók ímóti regattaini kl 19 í kvøld, tá øll seglskipini og –bátarnir løgdu til við Høgukei. Annika Olsen helt stutta røðu av nýggju altanuni á Skeiva Pakkhúsi.
Hetta skrivar Tórshavnar Kommuna á heimasíðuni í kvøld. Annika Olsen byrjaði við at ynskja manningunum vælkomnum til Havnar og hugleiddi um flotan, sum kom siglandi inn um Glyvursnes móti Gulanum, inn við Argjalandinum móti Bursatanga.
- Hon hugleiddi eisini um, at umborð á Westward Ho var eitt heilt annað tungumál at hoyra, tá menn hálaðu fokkuna upp, løgdu undir lippuna, hildu tørn og settu á kuffilnaglan. Hetta er eisini eitt livandi minni um vakrastu ensku sluppirnar, ið vórðu bygdar í 1880’unum. Hesar sluppir, ið seinni komu til Føroyar at virka, hava havt ómetaliga stóran týdning fyri lívið og búsetingarmynstrið her á oyggjunum. Tann vinnuliga framgongd og tað virksemi, tær hava havt við sær, hevur lagt lunnar undir fleiri av stóru vinnufyritøkunum, vit enn hava, segði Annika Olsen sambært torshavn.fo.
Víðari segði borgarstjórin í Havn millum annað, at tá Johanna varð løgd í 1972 varð gjørt av at bjarga sluppini. Hon var seld fyri eina krónu og sett á land, har eldsálir sum Ove Mikkelsen og Gudmund Jacobsen stóðu fyri at seta hana í uppruna stand. Og vágbingar stuðlaðu við at spæla bingo og at finna uppá eitt ótal av tiltøkum, líka til Johanna var liðug.
- Westward Ho, sum Tórshavnar kommuna eigur, varð bygd sama ár sum Johanna. Í dag verður hon brúkt til umboðandi virksemi, útferðir og til fiskikappingar millum skúlaungdóm. Hjá okkum er drúgv siðvenja fyri, at allir skúlanæmingar skulu út at sigla og fiska við Westward Ho. Hetta er týdningarmikið og við til at menna og menta okkara ungdóm, segði Annika Olsen.
- Vit gleðast um at taka ímóti hesum fagra fylgi av føroyskum træseglskipum, segði Annika Olsen. Myndina eigur torshavn.fo









