Í kvøld er Planet Awards

Í kvøld verða tey bestu í føroyskum tónleiki heiðrað á Planet Awards 2011. Kvøldið bjóðar handanir av heiðurslønum og live-framførslur, og Rás2 sendir beinleiðis

 

Planet Awards er tiltak hjá Miðlahúsinum, sum heiðrar tey bestu í føroyskum tónleiki. Heiðurslønir verða lætnar til eitt nú ársins bólk, sangarar, songkvinnu og sang. Tilnevningarnar eru gjørdar av eini dómsnevnd, sum síðani saman við sms-atkvøðum velir vinnaran millum tey tilnevndu.

 

Umframt handanir av heiðurslønum, fara eisini nøkur av teimum, sum hava verið nógv frammi í hesum árinum, at spæla live. Teirra millum eru Páll Finnur Páll, Lena Anderssen, Jákup Eli Joensen, Høgni Reistrup og onnur.

 

Rás2 sendir beinleiðis frá Planet Awards frá kl. 21.00

 

 

Rás2 beinleiðis. Trýst her