Í kvøld verður tiltakið ”Innrás: Keypmannahavn” í Amager Bio. Á pallinum verður live-tónleikur og undirhalda við Dynamit, Eyðuni & Terja, Sjúrði Skaale og Anders Lund Madsen.
Í kvøld framførir Dynamit fyri fyrstu ferð nakrantíð í Keypmannahavn.
Bólkurin, sum hevur verið virkin í føroyskum tónleikalívi síðani miðskeiðis í 1980’unum, var fyri 30 árum síðani við í einari tónleikakapping hjá danska blaðnum Se & Hør. Tann kappingin var í Jútlandi, og tá vann Dynamit sína innleiðandi kapping og slapp við í finaluna. Tað lá tó ikki fyri hjá Dynamit at fara aftur til Danmarkar, tá ið finalan skuldi haldast í Keypmannahavn.
- Vit hava líkasum ongantíð aftur havt høvi og møguleikan at fara til Danmarkar at spæla aftur, men nú skal tað verða. Vit ætla at taka Keypmannahavn við storm og fara at geva fólki eitt show, sum tey seint fara at gloyma, sigur Niclas Heri Jákupsson, annar av sangarunum í Dynamit.
Dyrnar í Amager Bio lata upp kl 21.00 í kvøld, og ein góðan tíma seinni byrjar undirhaldið.