Í kvøld er allahalgannaaftan

Í útheiminum verður kvøldið í kvøld nevnt Halloween, sum er oldgomul keltisk siðvenja

Í dag er 31. oktober og í kvøld er tískil allahalgannaaftan. Í útheiminum verður kvøldið í kvøld nevnt Halloween, sum er oldgomul keltisk siðvenja, har fólk lótu seg í búnar og brendu bál, fyri at verja seg fyri spøkilsum.

 

 

Í dag verður Halloween hátíðarhildið við at pynta hús og heim við óhugnaligum prýðislutum, við veitslum, og við at børn og vaksin ganga grýlu og ræða hvønn annan. Hetta er kvøldið fyri allahalgannadag, sum í Føroyum eisini er minningardagur teirra sjólátnu. 

 

 

Allahalganna dagur var sum minningardagur teirra halgimenni, ið ikki annars høvdu sín serliga minningardag, ásettur av pávanum Bonifacus 4. at vera tann 1. november. Hetta var umleið ár 610. Í 998 ásetti Gregor 5. pávi dagin eftir, annan november, at vera allasálannadag til minnis um øll hini, ið farin vóru, men ikki vóru skírd halgimenni. Í Føroyum hevur allahalgannadagur ein serligan status sum minningardagur teirra, sjólátnu, stendur í hugleiðing um allahalguna á fólkakirkjan.fo