Í kvøld byrjar danska X Factor av álvara

Ársins fyrsta liveshow verður í kvøld – hesaferð uttan føroyskan luttakara

Danska X Factor sangkappingin byrjar av álvara í kvøld, tá ið fyrsta beinleiðis sendingin verður send á TV2. 

Gjøgnum árini hava fleiri føroyskir sangarar roynt seg í hesari kapping, og Linda Andrews vann kappingina í 2009. Í ár er eingin føroyskur sangari við í kappingini. 

Nýggju luttakarar eru nú eftir í kappingini, og nú skulu tey kappast um sleppa víðari í kappingini og vinna finaluna, sum verður millum teir tríggjar seinastu luttakararnar. Ein luttakari fer úr kappingini hvørt fríggjakvøld frameftir.

Seks solistar – tríggir í yngra bólkinum og tríggir í eldra bólkinum – og tríggir sangbólkar skulu kappast. Dómarar eru Oh Land, Martin Jensen og Thomas Blachman. Hyggjarar sleppa sum vanligt eisini at atkvøða.

X Factor verður sent beinleiðis á danska TV2 kl. 19:00 í kvøld. Kringvarpið sendir X Factor kl. 20:30.