Eftir stórsligdna tiltakið áVaglinum, har dansistevnan varð sett, savnaðust fólk inni í Býráðssalinum. Salurin, har býráðslimirnir í Havn vanliga halda til, var karmur um eina framløgu um nýggju bókina hjáÁrna Dahl. Heilt fitt av fólki høvdu leitað sær innar í Býráðssalin, og ein kendi seg ikki lítið malplaseraðan ikki ílætin føroyska tjóðarbúnan. Onkur polittikari royndi at vegleiða fólki í hvar best var at sita í Býráðssalinum. Tað var tó ikki so nógv fyri at royna bleytu stólarnar hjábýráðspolitikkarunum, men heldur fyri at síggja og hoyra hvat Árni Dahl hevði upp áhjarta.
Árni Dahl er rættiliga kendur í kvæðahøpi, og er hetta ikki hansara fyrsta bók, har evnið er kvæði.Eftir at onkur fráBókadeild Føroya Lærarafelags hevði lastað tað, ið hann hevði upp áhjarta, víðari, so var klárt hjáÁrna Dahl. Sjálv framløgan tók ikki tað stóru tíðini, og steðgurin Býráðssalinum var merktur av at vera ein søluframløga.
Til Fólkaskúlan
Bókin kallast vinnmenn, og tekur bókin støði í lívinum hjávinmonnunum Sigmundi og Tóri. Árni Dahl greiddi frá, at arbeiðið við bókini byrjaði afturi í 1997. Røturnar leita tó longur aftur enn so, og tekur arbeiðið við bókini støði í arbeiðinum hjáeinum arbeiðsbólki, sum varð settur at arbeiða í sambandi við, at kvæði hava fingið fast pláss í nýggju fólkaskúlalógini. Tað er Sláið Ring, sum stendur aftanfyri bókina, og havi eisini fíggjað tað mesta av henni.
Sláið Ring heittu áÁrna Dahl um at taka sær av arbeiðinum. Arbeiðið at veruliga dyk áseg, táEdward Fuglø játtaði at gera tekningar til bókina. Árni Dahl nýtti eisini høvið til at rósa Edwardi fyri gott arbeiði. Tað skal eisini sigast herfrá, at tekningarnar hjáEdwardi Fuglø eru frálíkar og prýða almikið um bókina. Somuleiðis ber tað til at siga, at føroysku kvæðini eiga góðar vinmenn í Árna Dahl og Edwardi Fuglø.
Bókini er býtt í fýra deildir, og verða fimm kvæði nýtt. Árni Dahl segði, at hvør deild viðgerð at tíðarskeið í lívinum hjáSigmundi og Tóri. Tey fýra tíðarskeiðini verða lýst við kvæðum,, og pørtum av føroyinga søgu, sum Árna Dahl hevur latið í nýggjum meiri ungdómsvinarligan ham. Tað er ætlanin, at bókin skal vera við til at stimbra áhugan hjáteimum ungu fyri føroyska dansinum. Bókin um vinmenninar báðar fekk eisini góða móttøku leygardagin, táfólk um alt landið savnaðus um føroyska dansin.