Kvæðarokkur, hittpunkur og Teitur

Fimm rættiliga ymiskar fløgur eru í uppskoti sum besta fløga til Planet Awards. Stóra føroyska navnið uttanlands má metast at verða favorittur

Gestir, Makrel, The Dreams, Teitur og Týr eru tilnevnd til virðislønina sum besta fløgan í 2006.
Burtur úr rúgvuni er Teitur tann, sum er komin longst uttanlands, hóast Týr støðugt taka seg fram uttanfyri Føroyar.
Teitur kvetti fjør sambandið við stóra amerikanska plátufelagið Universal, men tað forðaði honum ikki í at geva eina nýggja fløgu út, sum kanska er enn betri enn tann, sum hann gav út hjá Universal.
Stay Under The Stars kallast fløgan, sum tekur eitt fet longri enn undanfarna fløgan hjá Teiti. Teitur hevur eisini vunnið fram í Danmark, og har er hann í uppskoti til eina virðisløn á Danish Music Awards, og tað er eitt bragd í sær sjálvum.
Tað tók sína tíð hjá Gestum, at gera útgávuna hjá sær lidna, men tá hon so kom, var tað ein spennandi fløga, ið fekk góð ummæli – bæði heima og burturi. Gestir eru serstakir, teir hava funnið sín egna stíl, og tað er altíð eitt gott útgangsstøði at hava.
Markel tók við útgávuni Transcend tráin upp eftir Wonderland, og bólkurin vísir við tónleikinum á hesari útgávuni enn bleytari síður av sær sjálvum. Útgávan ger eisin, at Makrel helst hevur ein breiðari áhoyrarskara enn áður.
The Dreams vóru stóra hittið í føroyskum tónleiki í 2006, og tí tað er tað ikki meira enn sjálvsagt, at teirra fløga verður tilnevnd á Planet Awards. Punkað hitt hjá føroyskum bólkum góvu The Dreams sítt veruliga gjøgnumbrot í Føroyum, og nú kunnu teir vinna eina virðisløn fyri hetta avrik.
Seinasta fløgan í rúgvuni er Ragnarok hjá Týr. Kvæðarockurin hjá Týr hevur altíð verið spennandi, men bólkurin hevur støðugt tikið seg fram. Ljóðið er blivið betur, framleiðslan meira sannførandi, og við Ragnarok hevur bólkurin helst avrikað sína bestu útgávu higartil.



Besta útgáva
Gestir – Burtur Frá Toftunumpla bu 1
Makrel – Transcendpla bu 2
The Dreams – Tazypla bu 3
Teitur – Stay Under The Starspla bu 4
Týr - Ragnarok pla bu 5