Kvæðakempa heiðrað

Fyri løtu síðani varð Heiðursgáva Landsins latin kvøðaranum Martini Tórgarð fyri hansara megnararbeiði føroyska dansinum at frama

Í grundgevingini fyri at lata kvøðaranum og kvæðakempuni Martini Tórgarð heiðursgávuna segði Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, millum annað:

- Við listarligum gávum hevur Martin Tórgarð sítt serstaka dansi- og kvøðingarlag, soleiðis sum góðir kvøðarar altíð hava havt. Hann nýtir variatiónsmøguleikarnar í siðaarvinum á ein skapandi og musikalskan hátt og skapar nýggj brigdi, ið geva kvøðingini persónligan og listarligan dám.

-Við ótroyttiligum áhuga og virkna leikluti sínum í føroyskum dansi hevur Martin Tórgarð gjøgnum eitt langt lív latið sítt íkast til arbeiðið at varðveita og menna henda partin av tjóðararvi okkara.

Fyri hetta vilja landsins myndugleikar veita Martini Tórgarð viðurkenning.