Veðurgudarnir leikaðu í fyrst í vikuni, ikki minst á leiðini millum Ísland og Føroyar, og tað førdi til, at Smyril Line útsetti kvæðacruiseina, sum annars skuldi havt verið mánadag til hósdag í vikuni.
Í staðin verður kvæðatúrurin framdur í komandi viku, og fyri tey, sum ikki eru sjóulkir burturav, er hetta góð tíðindi. Tí veðurvánirnar fyri komadi viku eru sera blíðar, og tað er hóast alt hugnaligari, enn at koyggjan stendur á skránni.
- Tað verður neyðugt at broyta skránna eitt lítið sindur. Nú verður til dømis eingin heiligdagur á túrinum, og tí er lesturin, sum annars skuldi havt verið Kristi Himmalferðardagur, avlýstur, sigur Svein í Heðiunum, sum er cruiseleiðari á ferðini.
Onnur smávegis broyting er, at undirhaldið verður skift út frá einum nólsoyingi til annan. Terji Rasmussen skuldi verið við á ferðini hesa vikuna, men nú verður tað so Kim Hansen í staðin.
Annars hevur tvungna útsetanin ikki havt tann stóra týdningin.
- Onkur hevur meldað frá, tí tað ikki liggur fyri í komandi viku, men aftur fyri eru nøkur komin upp á, har tað ikki lá fyri í síðstu viku, sigur Svein í Heiðunum.
Tað merkir, at tað framvegis eru nøkur fá pláss eftir til túrin, so um kvæðini ella góða veðrið lokkar, er bara at seta seg í samband við Smyril Line.










