Kvøða til merkið

Ein trúgvur lesari hjá blaðnum hevur sett seg í samband við okkum um vøkru yrkingina niðanfyri. Hesin sigur, at hann fyrstu ferð hoyrdi hesa yrking í ungmannafelagshøpi í Húsavík. Hetta í 1941 ella 1942. Men hann sigur samstundis, at hann ikki veit, júst hvar yrkingin stavar frá.

Várt merkið er frítt
Tað er yndisligt skrýtt
Tað er hvítt, blátt og reytt
Og so livandi sett
At tað rørist hvør sál
Og alt føroyska mál
Rópið varðveiti Merkið
Hvítt, blátt og reytt