Kvøða til Fridu

Heilsan frá bú- og starvsfólki

Lag: Lille vakre Anna

Merkisdagur mikil er í dag
her í hesum bý, á hesum stað
jú, mín sann vit vita
leirvíkskonan Frida
100 ár hon rundað hevur nú.

Hjartagóð og mild hon vera man
sanniliga eisini tó kann
avgjørd so frambera
hvar ið skáp skal vera!
eingin ivast hvør ið ræður her.

Hóast farin um tey nítitrý
mangan hon í hylin fór útí
elskaði at íðka
kroppin vildi fríðka
hvat var betri enn ein svimjitúr?

Altíð vælklødd og so sera smart
hetta úr Paris man vera lært
- ei úr Leirvíks túni:
hygg so flottur búni
Frida smurd og hárið sett á stás.

Umsorgan for starvsfólkum hon ber
tá ið illveður um hæddir fer
Góða ferð tit havi
og mítt ynski gævi:
tit í øllum góðum koma fram.

Frida royndist kokkur sera væl
enn hon ansar, hvat ið etast skal
matur væl skal smakka
fyri hann tá takka
uttan himpr, tá gagnast hesin væl!

Søgur vilja okkum siga frá
hon ekspertur sós at gera tá
loyndarmál ei hoyrdi
hvat í grýtu koyrdi
hon, so franskan smakkin sósin bar.

Hóast løtur tungar koma á
lætta sinnið mangan er at sjá
skemtar og so brosar
tá til okkum tosar
sera takksom fyri alt hon er.

Góða minnið greitt har er at sjá
hevur dugað væl at sagt oss frá:
gingnar eru gøtur
farnar, góðar løtur
Tíð sum fór og aftur kemur ei.

Frida altíð Guds orð hevur kært
hetta hon frá barni hevur lært
lívsleið - ei at skilja
hvíla í Hans vilja
eyðkent fyri hana er for vist.

Góða Frida, kvøðu bera nú
vit øll tær úr hesi stóru bú
Sól í vestri roðar
- tað frá morgni boðar
Ævinleikans sól brátt hevjar seg.

7 ár farin síðan dagin tann
Frida inn um hesar dyr sær fann
Vit her vilja siga
ei við tí at tiga:
Frida, hjartans tøkk for hesi ár.