Kvøða til Byrger Heinesen á 70 ára degnum

11. september verður skiparin og vinnulívsmaðurin Byrger Heinesen 70 ár, hann er sonur Jákup Andreas, gamla skiparan á M/S Pride.

 

11. september verður skiparin og vinnulívsmaðurin Byrger Heinesen 70 ár, hann er sonur Jákup Andreas, gamla skiparan á M/S Pride. Byrger er ein væl-kendur klaksvíkingur, sum vil framburð í bústaði okkara, og er hansara sermerki at hava tað snøgt og ruddiligt rundan um seg.

Hann bygdi servisustøðina ESSO, nú Statoil, og er eitt prýði fyir býin. Og fyri stuttum hevur aftur sett síni spor uppi á Borðoyavík, har hann og sonurin hava bygt eitt bilverkstað, sum eisini er eitt prýði fyri bý okkara.

Høvdu vit ikki haft slíkar menn, hevði tað ikki verið so vakurt í Klaksvík. Nú ið tú fert at veitsluhalda henda stóra dag, dugi eg illa at hugsa mær at tú Byrger, fyllir 70 ár.

Hann er tann sami fyri mær, vit kunnu tosa saman í tímavís, Selma og Byrger. Hann dámar væl at práta um tíðina vit búðu á Vágsheygnum. Hann er stóribeiggi hjá mær og lítlibeiggi Pauli hevur eisini rundað tey hjálvthundað í juli, og um Gud vil verður stórasystir Maria 60 í oktober. So nú eru vit 5 systkini eisini farin at eldast, og eg dugi illa við at vit eru komin í tann eldra flokkin.

Byrger hevur altíð verið líka snøggur í hondunum tá hann ger nakað, og situr nú og byggir modelskip, og tað dámar honum væl og abbasynirnir eru »flinkir« at vitja hann í kjallaranum. Har er alt, ið skal til at gera slíkt handverk.

Byrger er eisini djóravinur, hann fær vitjan av hundum, ið hoyra til familjuna, og teir njóta at fáa ein góðan bita og njóta hansara góða útsýni. So har kemur bæði fólk og fæ inn á gólvið. Selma og Byrger eru fólk sum dáma væl at onkur kemur at vitja, altíð ein góður biti er at fáa áðrenn farið verður aftur til húsa. Teirra heim er fjálgt og vísir hvørji tey eru. Nú eru tey blivin langomma og langabbi, so nú økist familjan skjótt, so eg vælnti at tað verða nógv sum koma at gleðast saman við tykkum hendan dagin.

Tú og Selma hava verið ein góður stuðul fyri samkomu okkara, Harrin verður ikki settur til síðis hjá tykkum, hann er fremstur í huga tínum, tað hevur tú eisini lært tíni børn og abbabørn, at Hann skal ikki forsømast.

Má Harrin í øllum ræður, geva tær mong ár aftrat og heilsuna góða.

Eg, Harald og døtur okkara við familju ynskja tær hjartaliga tillukku á hesum stóra degi.


Lítlasystur Jórun