Fótbóltur
Tað var ein undarligur friður rundan um Anfield áðrenn grannauppgerðina móti Everton. Orsakað av millum annað trygdarávum, verða fleiri “High Risk” dystir framskundaðir, so teir byrja um eitt tíðina.
Ein av orsøkinum er, at fólk ikki skulu hava fingið ov nógv alkohol niðurum, áðrenn dysturin byrjar. Hetta fyri at minka um vandan fyri eitt nú harðskapi. Tað hevur tíverri eisini eina negativa ávirkan á stemningin áðrenn dystin.
Mjørkin lá lágur yvir Anfield og sólin var komin hálvan vegin upp á himmalin. Onki róp var at hóma, men á gøtunum sóust familjur og áskoðarar, sum tóktust júst vaknaðir. Komin nærri tí, sum leygardagin var vígvøllurin fyri allar scousarar, gerst søguligi bygningurin alsamt meira sjónligur. Anfield er ikki nakað nýmótans risa bygningsverk, men tað er ríkt í søgu. Tað er søgan, ið ger Anfield til nakað serligt fyri Liverpool viðhaldsfólk. Hesa ferð er Anfield leikpallurin fyri 231. grannauppgerðini millum Liverpool og Everton.
Intenst
Tá spælararnir koma inn á vøllin vaknar áskoðarafjøldin av álvara. Stemningurin broytist frá einum avslappaðum spentum semningi til ein inntensan og hatursfullan stemning.
Sekundvísarin var ikki komin runt, áðrenn annar av scousarinum á Liverpool liðnum, Jamie Carragher, setir støðið fyri dystin. Við fullari ferð brestur varaliðskiparin hjá Liverpool beint í kroppin á Steven Pienaar. Everton spælararin liggur eftir á til stóra gleði fyri tey í reyðum á Anfield.
Løtu seinni svaraði Everton aftur. Fyrst fær Dirk Kuyt eitt spark í hvødið frá Fellaini og síðani fekk Steven Pienaar gult kort fyri eina ógvusliga takling á miðvallarin Javier Mascherano. Stemningurin gerst alsamt meiri óndur, bæði á og uttanfyri vøllin.
Ein av tveimum avgerandi løtum í dystinum, kom góðar tíggju minuttir fyri hálvleik. Eftir ein ógvusligan samanstoyt millum Kyrgiakos og Fellaini, har báðir tveita seg í eina harðliga takling, fær Liverpool spælararin, Kyrgiakos, reytt kort, meðan Everton spælararin Fellaini noyðist av vøllinum skaddur. Taklingin er sigandi fyri gongdina í dystinum og stemningin á Anfield. Allir spælararnir á vøllinum geva seg alt teir eiga. Áskoararnir gera eisini sítt til, at ongin spælarari sleppur at sníkja seg undan einum samanbresti ella einari takling.
Eftir reyða kortið legði Liverpool seg aftur at verja, meðan Everton royndi at gagnnýta yvirtalsstøðuna.
Hin avgerandi løtan kom tíggju minuttir inn í seinna hálvleiki.
Dirk Kuyt er fyrstur eftir eitt hornaspark frá Steven Gerrard og stútar bóltin í málið til 1-0 til Liverpool. Restina av dystinum royndi Everton at trýsta, men Liverpool, við The Kop í rygginum, megnaði at halda Everton frá fatinum.
Tá dómarin brísklaði fyri seinast ferð, eru 20 særdir krígsmenn eftir á vígvøllinum. Tíggju á hvørjum liðið. Tað skuldi verða ein fótbóltsdystur, men tá rættindini at happa grannan standa uppá spæl, kemur fótbóltsspælið í aðru røð.
Hesa ferð vunnu teir reyðu, men týdningurin av sigrinum er nógv størri enn tey trý stigini, ið Liverpool fær fyri at vinna dystin.
Steven Gerrard rósti eftir dystin dómarinum fyri at loyva harðliga spælinum. Hann segði at hetta var tað fólk komu fyri at síggja, tá tað er ein grannauppgerð. Venjarin hjá Liverpool, Rafael Benitez, vildi ikki siga eitt orð um dómaran, men fegnaðist um sigurin. Báðir løgdu teir dent á týdningin av teimum komandi dystinum hjá Liverpool.
Teir skulu á vitjan hjá Arsenal mikukvøldið og síðani til City of Manchester Stadium at vitja Manchester City. Everton fær á heimavølli vitjan av Chelsea.