Grønland?
Kuupik Kleist er ættaður úr kolanámsbygdini Qullissat, ið er kent sum upprunastaður hjá einum heilum ættarliði innan grønlendska tónleikaumhvørvið. Hann er ikki sørur sjálvur, og hansara djúpa rødd hevur gjørt, at hann ofta verður umrøddur sum tann grønlendski Leonard Cohen. Hansara seinasta framførsla í so máta var undir fagnaðinum valkvøldið.
Kuupik Kleist var millum tey umleið eirr túsund, sum eftir boðum frá myndugleikunum blivu tvingsilsflutt í 1972. Avgerðin og avleiðingarnar løgdu lunnar undir eitt slag av einari mótmentan ímóti allari danskari ávirkan í árunum fram til heimastýrið í 1979.
Tað var ikki av tilvild, at Kuupik Kleist gjørdist politikari. Tað er sagt, at hann bleiv ávirkaður av abbanum Nikolaj Kleist, sum var virkin lokalpolitikari í Qullissat, og at Kuupik rættiliga tíðliga setti sær síni politisku mál. Í síðstu viku tók hann eitt týðandi stig við tí stóra valsigrinum hjá IA og ikki minst sínum persónliga úrsliti, sum setti øll met til viks.
Virkin politikari
Kuupik Kleist er útbúgvin socionomur, og útbúgvingina tók hann á Roskilde Universitets Center ella RUC, sum stovnurin vanliga verður róptur. Frá 1988 til 1992 var hann leiðari fyri tíðindamannaútbúgvingini í Nuuk og frá 1996 til 1999 stjóri á uttanríkisdeildini hjá heimastýrinum.
Í 1991 bleiv Kuupik Kleist valdur til landsstýrismann at umsita almenn arbeiði og samferðslu, og tað embætið røkti hann til 1995. Hetta sama árið bleiv hann valdur í Landstingið fyri IA og afturvaldur í 2002. Í 2001 bleiv hann valdur í Fólkatingið, og har var hann í seks ár.
Kuupik Kleist hevur eisini havt álitisstørv. Hann var skrivari hjá Sjálvstýrisnevndini í 2000 og 2001, nevndarlimur í Inuit Circumpolar Conference (ICC) frá 1995 til 1997, nevndarformaður í Tele Greenland frá 1999 til 2001 og í plátufelagnum ULO. Hann sat eisini í teirri grønlendsku-donsku nevndini, sum gjørdi lógaruppskotið um grønlendskt sjálvstýri, og sum kemur í gildi tann 21. í hesum mánaðinum.
Avhildin
Í Danmark høvdu fleiri politikarar ilt við at dylja, at teir vóru fegnir um tað politiska skiftið í Grønlandi.
-Kuupik Kleist er ein tann klókasti politikarin, sum eg havi hitt, og eg ivist ikki í, at grønlendingar fáa tann besta landsstýrisformannin, sum teir kundu fáa, sigur formaðurin í SF, Villy Søvndal, við danskar fjølmiðlar.
Vanliga hevur Søren Espersen úr Danska Fólkaflokkinum lítið gott at bera Grønlandi og grønlendskum politikarum, men hesaferð er øðrvísi.
-Vit eru sera væl nøgd við úrslitið av valinum, og vit eru ovurfegin um, at Siumut loksins er settur til viks. Eg havi stóra virðing fyri Kuupik Kleist og meti hann sum ein sera dugnaligan politikara. Hann er stutt sagt júst tann rætti maðurin til leiðarastarvið, nú Grønland fær sjálvstýri, sigur Søren Espersen við TV2.
Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, hevur sagt seg vera sannførdan um, at stjórnin fer at fáa eitt gott samstarv við tað komandi landsstýrið í Grønlandi.