Kutless konsert í annaðkvøld

Bet You Are William hita upp til Kutless Kutless fer at spæla í Kelduni í Skálafirði í annaðkvøld kl. 20. Orkestrið er millum heitastu nøvnini innan nýmótans kristnan tónleik, og kann væntast eitt brak av einari konsert í Kelduni. Tó verður ikki bara talan um Kutless, sum fara at framføra á konsertini í annaðkvøld. Fløguaktuelli føroyski bólkurin, BetYouAreWilliam fara at hita upp til Kutless.

Enn koyrir forsølan á www.GJAMMA.com. Men hon endar í kvøld á midnátt.