Kutcher aftur í Two and a Half Men

Tann 34 ára gamli sjónleikarin, sum avloysti Charlie Sheen sum høvuðspersónur í stórsendingini Two and a Half Men, hevur nú skrivað undir ein sáttmála um at spæla leiklutin í eitt umfar aftrat.

 

Ashton Kutcher spælir leiklutin sum einsamalli millióningurin Walden Schmidt.

 

Ashton fær framvegis 700.000 krónur fyri hvørja sending, og bæði hann og Jon Cryer, som spælir leiklutin sum Alan Harper, og Angus T. Jones, sum spælir Jake, hava fingið lovað eina bonusløn aftrat vanligu lønini.

 

Tað er enn óvist, um hetta 10. umfari av sendingini verður tað síðsta.

 

Tær fyrstu sendingarnar av Two and a Half Men, sum Asthon Kutcher spældi í, høvdu rekord nógvar hyggjarar. Heili 27.7 milliónir hugdu eftir hesum sendingunum. Tað er meira enn dupult so nógv sum hugdu eftir fyrstu sendingunum í 8. umfari, tá ið Charlie Sheen framvegis var við.