Kurvabólturin byrjaður aftur

Fyrsta umfarð í heimligu kappingini í kurvabóltið var um vikuskiftið spælt á Toftum. Vit hava fingið fylgjandi frásøgn frá kappingini.

 

Ravnur best frá byrjan í kurvabóltskappingini

 

Fyrsta umfar er nú leikt í kurvabóltskappingini. Kappingin er skipað á sama hátt sum í fjør, tey trý liðini leika fýra dystir móti hvørjum øðrum og tey bæði fremstu liðini spæla síðani alt avgerðandi finalu.

 

Fyrsti dysturin í ár varð leiktur á Toftum. Føroyameistarnar frá Hamar vóru á vitjan hjá Ravni. Dysturin var heilt óvanliga javnur. Kurvabóltsdystir kunnu ikki enda við javnleiki. So um tað stendur á jøvnum eftir vanliga leiktíð ( 4 x 10 minuttir), so má eykatíð (5 minuttir) leikast. Tað skuldi leikast heili tríggjar eykatíðir áðrenn Ravnur kláraði at tryggja sær sigurin.

 

Næsta dystin í kappingini leiktu finalistarnar í fjør, Hamar og Sporðdrekin. Dystin vann Hamar rímuliga trygt. Hamar kom væl frá byrjar og løgdu seg á odda beinanvegin. Sporðdrekin vóru nakraferð nær at fanga Hamar aftur, men Hamar klaraði at halda leiðsluna allan dystin og vunnu.

 

Síðsti dysturin hetta umfarið tók Sporðdrekin móti Ravni. Ravnur komu serstakliga væl frá byrjan og førdu við heili 16 stigum eftir fyrst fjórðingin av dystinum. Gongdin í dystinum minti nógv um fyrra dystin, Sporðdrekin nærkaðist, men Ravnur vann dystin og er nú einasta liðið ið hevur vunnið báðar sínar dystir:

 

Hagtøl frá kappingini:

Ravnur            -           Hamar             78 - 74

Hamar             -           Sporðdrekin    64 - 58

Sporðdrekin    -           Ravnur            50 – 61

 

Leikarahagtøl:

 

Miðal stig pr. dyst

Navn

Felag

Nøgd pr dyst

Bjarni W. Zachariassen

Ravnur

26,0

Janus Jakobsen

Hamar

22,5

Magnus Jakobsen

Sporðdrekin

19,5


Miðal upplegg pr. dyst   (assists)

Navn

Felag

Nøgd pr dyst

Janus Jakobsen

Hamar

4,0

Friði í Geil Jensen

Hamar

3,0

Fleiri

 

2,0