Kurvabóltskurv stolin á Reyni

Tá smádreingirnir á Reyni í Havn skuldu út at spæla kurvabólt mikudagin, var kurvin burtur.

 

Elin Holm, mamma ein av dreingjunum sigur, at dreingirnir hava spælt kurvabólt seinastu dagarnar, aftan á at yngsti sonur hennara fekk eina kurv við neti og fóti í farnu viku.

- Hann og ein vinmaður settu tað upp úti á Reyni, aftan fyri Evensens pakkhús. Hann hevur spælt basetball hvønn dag. Men fyrradagin var netið burtur, greiðir hon frá.

 

Hon sigur, at tey hava leitað alt Reyn runt og á bryggjuni, men so eiðasørt, netið er horvið. Hon fær seg ikki rættiliga at trúgva tí, men óttast, at onkur er farin avstað við netinum.

- Um so er, kanst tú ella tit koma aftur við tí, spyr Elin Holm, sum vónar, at sonurin skjótt sleppur út aftur at spæla.

 

Elin Holm legði boðini út á Facebook vanga sín um middagsleitið í gjár, men tá Miðlahúsið setti seg í samband við hana í morgun, var kurvin framvegis ikki komin afturíaftur.