Kurt Vonengut deyður

Amerikanski rithøvundurin Kurt Vonengut doyði í New York mikunáttina av løstunum, sum hann fekk, tá hann datt fyri nøkrum vikum síðani. Hann var 84 ára gamal. Kurt Vonengut var føddur í Indianapolis í USA í 1922. Undir seinna heimsbardaga var hann í amerikanska herinum, men endaði í týskari fangalegu. Hann var ein av teimum sjey amerikonsku fangunum, sum sluppu livandi frá ógvusliga bumbuálopinum hjá teimum sameindu á týska býin Dresden. Undir álopinum sótu fangarnir í einum sláturhúsi undir jørð, og hetta var eisini evnið í teirri best kendu bókini hjá Kurt Vonengut.