Liðið misti tó týðandi fet í gjár, tá teir taptu stórt móti oddaliðnum. Eykaliðið hjá Molde staðfesti dyggiliga oddasessin, tá teir vitjaðu á Elnesvågen Stadion. Gestirnir vunnu sannførandi við 6-0. Elnesvågen er tó framvegis á fjórða plássinum við 21 stigum, við tólv stigum til oddaliðið. Træff er nummar tvey við 28 stigum.