Í fjórðu royndini eydnaðist tað hjá Sogndal við Juliani Johnsson og Kurt Mørkøre á liðnum at vinna fyrsta sigurin í hesum kappingarárinum. Frammanundan hevði Sogndal spælt tvær ferðir javnt og tapt eina ferð.
Mikukvøldið var Sogndal á útivølli móti Eik?Tønsberg, sum hevur havt eina syndarliga byrjan. Sogndal vann 5?3, og tey trý málini vóru tey fyrstu yvirhøvur, sum framvegis stigaleysa Eik?Tønsberg hevur fingið í hesum kappingarárinum.
Kurt Mørkøre skoraði eitt av málunum hjá Sogndal. Í 66. minutti økti hann leiðsluna til 5?1. At leiðslan 25 minuttir undan leikloki var so trygg tóktist bera við sær, at teir í Sogndal síðstu løtuna ikki tóku uppgávuna í so stórum álvara, sum teir høvdu gjørt frammanundan.
Hetta hevði við sær, at Eik?Sogndal fekk tvey mál afturat. Teir minkaðu um munin til 2?5 og 3?5 í ávikavíst 83. og 87. minutti.
Sogndal, sum er á áttanda plássi, hevur fimm stig. Teir hava skorað níggju mál, og níggju mál eru farin ígjøgnum.
Sunnudagin fær føroyska liðið í norskum fótbólti vitjan av Tromsdalen, sum er á triðja plássi við níggju stigum.