Kurt skal venja B36

Tað verður Kurt Mørkøre, sum skal loysa Sigfríð Clementsen og Magna Mohr av í B36. Hesum kundi Kristjan á Neystabø boða spælarunum frá, tá sigurin í steypakappingini var vísur leygardagin.
Kurt royndi seg í 2002 sum venjari hjá KÍ, sum tað árið gjørdist nummar trý í landskappingini. Síðani hevur hann búleikast í Noreg, har hann hevur tikið hægstu venjaraútbúgvingina, men nú verður tað so aftur í Føroyum, at hann skal royna seg.
Kurt byrjar í sessinum hjá B36 um hálvan januar. Enn er ikki greitt, hvør verður hjálparvenjari, men tað hevur ljóðað, at B36 hevur verið í samband við Allan Mørkøre um hetta. Allan var í fjør toppskjútti hjá FM-vinnarunum úr B36, og sum skilst er ætlanin eisini, at hann eisini skal geva eina hond á vøllinum, um hann kemur til árstalsfelagið.
Tað verður ikki váttað, men tað hevur ljóðað, at B36 eisini var í samráðingum við fyrrverandi venjaran hjá felagnum, Tomislav Sivic. Men í seinasta enda fall valið so á Kurt Mørkøre.