KÍ BJARGINGARROYND
10. august var í gjár. Tað var evsta mark fyri at fáa nýggjar spælarar í føroysku fótbóltsfeløgini. Í Klaksvík hevur seinastu dagarnar verið stórt virksemi. Roynt hevur verið at fáa fleiri spælarar til felagið. KÍ hevur verið í sambandi við KR fyri at fáa Rógva Jacobsen, uttan at tað hevur eydnast. Støðan hjá KR leggur ikki upp til, at teir selja besta álopsvápnið. KÍ hevur eisini verið í sambandi við Breiðablik fyri at fáa Hans Fróða Hansen. Tað kundi eydnast, og Hans Fróði var áhugaður, men treytin hjá Breiðabliki, sum er væl fremst í næstbestu íslendsku deildini, var, at Hans Fróði skuldi spæla týdningarmiklan dyst við teimum í kvøld, og harvið bar hetta kortini ikki til, tí tá er farið um 10. august.
Tað er fyrst og fremst, tá ið tað ræður um at spæla seg til møguleikar og at gera mál, at liðið hevur stórar trupulleikar. Hetta var niðurstøðan hjá illa sperdu klaksvíkingunum, tá ið teir sunnudagin fóru úr Runavík við 1-0 tapi. Hetta var áttanda KÍ tapið á rað, og nú er síðsta bjargingarroyndin gjørd.
Tað eydnaðist ikki at fáa Rógva Jacobsen til Klaksvíkar, men ein annar klaksvíkingur, sum áður hevur skorað nógv mál fyri KÍ, skal nú hjálpa til aftur. KÍ hevur gjørt avtalu við ein av best umtóktu spælarunum í Klaksvík nakrantíð. Tað er Kurt Mørkøre, sum tey seinnu árini hevur búð í Noregi, og sum nú er komin heim at hjálpa barndómsfelagnum úr brotasjógvunum, sum teir eru í. Avtala er gjørd við Kurt um, at hann skal spæla við KÍ tað, sum er eftir at hesum kappingarárinum.
Avtalan kom upp á pláss fyrr í vikuni. Spæliloyvið var ikki komið frá norska fótbóltssambandinum fyrrapartin í gjár. Um avtalan skal verða galdandi, so var neyðugt, at loyvið kom í gjár. Grein 15 og stk. 5 í kappingarreglunum fyri fótbólt siga, at tað er ikki loyvt spælara at flyta frá einum felagi og til annað eftir 10. august. Í útgreiningunum verður sagt, at føroyskur áhugaleikari tað er Kurt Mørkøre - sum leikar uttanlands, kann fáa loyvisbræv frá FSF at leika í Føroyum, tá ið váttan fyriliggur frá Fótbóltssambaninum í viðkomandi landi um, at hann er leysgivin til Føroya.
Norska felagið hevur leysgivið Kurt. Fyrrapartin í gjár var váttanin ikki komin frá norska fótbóltssambandinum, men tað roknaðu teir í KÍ við fór at koma upp á pláss, tí tað vóru eingi bein í hesum.
- Kurt Mørkøre er hugaður at hjálpa okkum í síðsta triðinginum av kappingini. Tað eru vit fegnir um. Hann var í síni tíð í KÍ sera vandamikil málskjútti, og hóast hann nú er 36 ára gamalur, so vísti hann so seint sum síðsta leygardag, at hann framvegis hevur gott máltev, sigur John William Joensen frá KÍ.
Kurt hevur undanfarnu árini og higartil í ár verið spælandi venjari í Eide Omegn, og John William sipar til dystin, sum Eide Omegn leygardagin spældi í 3. deild. Teir taptu 7-4 á útivølli. Kurt Mørkøre skoraði trý tey fyrstu málini. Tað fyrsta og síðsta skoraði hann, tá ið hann gjørdist leysur frammanfyri málverjan og var, sum tað verður tikið til á heimasíðuni hjá felagnum, so tryggur sum sjálvur bankin, og næsta málið stútaði hann eftir horna.
Í Eide Omegn harmast teir um, at Kurt, sum arbeiðir sum bakari í Eide, nú fer úr felagnum. Á heimasíðuni hjá felagnum halda teir seg hava brúk fyri honum, men samstundis siga teir seg skilja avgerðina, sum hann hevur tikið og kenslurnar, sum hann hevur fyri barndómsfelagnum, sum hann eisini hevur verið venjari hjá, og teir vóna, at hann skjótt verður aftur at síggja í felagnum.
- Kurt hevur altíð havt høga stjørnu her hjá okkum, og hóast hann nú er 36 ára gamalur, so er tað í áliti á, at hann er førur fyri at hjálpa okkum, at vit hava biðið hann komið henda vegin. Kurt sigur seg vera hampuliga væl fyri, og tað fegnast vit um, sigur John William Joensen úr Klaksvík.
Kurt Mørkøre og KÍ venjarin, Oddbjørn Joensen, hava verið nógv á liði saman. Teir spældu fyrrapartin av áttati árunum í KÍ, og í 1988 vóru teir báðir í Leirvík og hjálptu LÍF.
Umframt við Kurt Mørkøre hava teir í KÍ gjørt avtalu við ein annan álopsspælara, sum teir vóna skal hjálpa til við málskjótingini tað, sum er eftir av hesum árinum. Talan er um 22 ára gamla bosniska álosspælaran, Emir Huseiovic, sum hevur royndarvant í Klaksvík í hesi vikuni. Hann hevur spælt í lægru deildunum í Svøríki, og nú hann hevur vant í Klaksvík í tvær vikur, rokna teir við, at hann fer at verða førur fyri at spæla.
Fyrsti møguleikin hjá Kurt Mørkøre og Emir Huseiovic at vísa, hvør dugur er í teimum, verður leygardagin, tá ið KÍ skal spæla móti TB á Sevmýri. Hesi bæði liðini eru niðast í 1. deild við fjúrtan stigum í part.










