Eitt rættiliga týðandi og avgerandi fet kann takast í kvøld, tá felagið spælur oddadyst á heimavølli móti eykaliðnum hjá Molde. Liðið hjá Kurt Mørkøre hevur vunnið allar heimadystirnar í hesum kappingarárinum. Elnesvågen/O liggur í løtuni á fjórða plássi við 21 stigum. Eykaliðið hjá Molde er fremst við 30 stigum.