Í Klaksvík verður evropeiski fótbólturin ikki so høgt raðfestur í ár, sum undanfarin ár.
? Vit hava ikki gjørt so nógv burturúr í ár, sum undanfarin ár, og einfalda orsøkin er, at vit raðfesta heimligu kappingina fremst í ár, sigur Kurt Mørkøre, sum er leikandi venjari hjá KÍ.
Kurt Mørkøre vísir eisini á, at nógv orka er løgd í at fáa liðið úr Klaksvík uppá rætt kjøl aftur, eftir sløku byrjanina uppá landskappingina, og nú tá tað endiliga bragdar hjá KÍ, kemur evropeiski fótbólturin eitt sindur vegin fyri heimligu kappingini.
- Tað gongur væl hjá okkum í løtuni, og tí er tað eitt sindur keðiligt at spæla Evropa Cup júst nú, sigur Kurt Mørkøre
Tó leggur Kurt dent á, at KÍ-liðið fer at gera sítt ítarsta, og vónar at hansara menn kunnu fáa eitt gott úrslit ímóti ungarska liðnum.
? Tað er altíð torført við evropeisku liðum, og tí taka vit tað sum tað kemur. Vit hava ikki verið í Ungarn og hugt at mótstøðuliðnum, so vit vita ikki tað stóra um ungarska liðið, greiðir Kurt frá.
Spurdur um komandi vikurnar ikki koma strævnar fyri hansara fýra landsliðsleikarar, Atla Danielsen, Ova Nysted, Hjalgrím Elttør og Heðin á Lakjuni, svarar Kurt, at tað er væl møguligt, at teir verða eitt sindur moyrir, men leggur dent á, at føroysku spælararnir í dag eru so mikið væl fyri, at tað vónandi ikki verður nakar báði í heimligu kappingini.
Vandu týsdagin á Svangaskarði
Kurt Mørkøre og hansara menn vóru týsdagin á Svangaskarði og vandu tvær ferðir. Allir mans høvdu tikið sær frí frá arbeiði, so venjast kundi bæði fyrra- og seinnapart.
Í gjár høvdu KÍ-leikararnir frí frá venjing, og í dag var ætlanin at fara á Svangaskarð at fáa sær ein bita, áðrenn liðini bresta saman klokkan 17.15.
Úr Klaksvík verður sagt, at allir mans eru væl fyri, og klárir at tørna út ímóti Ujpesti á Svangaskarði.
Újpesti slaka byrjan uppá kappingarárið
Ungverska mótstøðuliðið hjá Kí ,Újpesti, hevur ikki staði seg væl í heimligu kappingini higartil. Újpest hevur bert fingið trý stig av níggju møguligum, og er tí seks stig aftanfyri oddaliðið Ferencvaros.
Ungverskur fótbóltur er á veg úr einum aldudali, og bæði landsliðið og ungversku feløgini hava seinastu árini fingið betri og betri úrslit í altjóða kappingunum.
Ungarn hevur tvey feløg við í Champions League kappingini í ár, og meistaraliðið í fjør, Zalalgerzeg skal berjast við Manchester United um ein sess í bólkaspælinum. Umframt meistaraliðið Zalagerzeg, so er Ferencvaros eisini við í Champions League-kappingini.
Mótstøðuliðið hjá KÍ, Újpesti, hevur 25 ferðir við í evropeiskum kappingum, og teir hava leikt 95 dystir í alt. Venjarin eitur Laszlo Molnar. Felagi hevur leikarar bæði á ungverska A- og U21 landsliðnum.
Fyrr í summar vórðu tveir ungverskir landliðspælarar keyptir. Framherjin Zóltan Kovacs kom úr framska felagnum Chaeteauroux, meðan miðvallarin Henrik Rósa var keyptur úr ungarska felagnum Dunaferr.
KÍ og Újpesti møttust eisini í 1997, tá gjørdist ungverska liðið drúgvari, og spennandi verður fylgja hvussu leikur fer fram hesaferð. Fyrri dysturin millum KÍ og Újpesti verður á Svangaskarði í dag klokkan 17.15