Kong Kurt kallaðu teir í Sogndal Kurt Mørkøre, tá hann fyri tveimum árum síðani skoraði eina rúgvu av málum, sum í síðsta enda høvdu við sær, at liðið flutti upp í bestu deildina.
Klaksvíkingar hava tikið heitið hjá toppskoraranum til sín, og sunnudagin vísti hann, at hann er verdugur at bera heitið.
Um tað ikki gongur, so gongur tað alíkavæl, tá tríggir nýggir menn verða settir inn á vøllin. Hetta segði FCK venjarin, Hans Backe, sunnudagin, tá innskiftu menninir høvdu syrgt fyri, at FCK í yvirtíðini skoraði og harvið vann øll stigini.
Gongdin hjá KÍ sunnudagin var soleiðis, at Kurt Mørkøre væl kundi gjørt orðini hjá meiri kenda starvsfelagnum, sum stýrir liðnum hjá vinmanninum Toda Jónsson, til síni. Men tað ger Kurt Mørkøre neyvan, tí hann er ov royndur at seta seg sjálvan soleiðis í miðdepulin.
Men tað er ein veruleiki, at KÍ fekk ikki skil á spælið og harvið ta tyngdina og hugflogið í álopsspælið, sum skal til fyri at fella eitt so gott lið sum HB, fyrrenn eftir dupultútskiftingina miðskeiðis í 2. hálvleiki.
Tá kom Kurt Mørkøre inn í álopið fyri stóra Bjarne Vattelstad, sum hevði havt stórar trupulleikar í royndini at sannføra um, at hann er natúrligur avloysari hjá Kurt Mørkøre, og tá kom Harley Bertholdsen inn á miðvallarplássið í høgru, har Allan Mørkøre hevði havt sera ilt við at liva upp til tað, sum hann áður hevur staðið fyri. Harley Bertholdsen var undan summarsteðginum ein av mest støðugu klaksvíkingunum, og teir stóru tjúgu minuttirnir, hann var á vøllinum sunnudagin, staðfestu, at hann eigur pláss millum teir fyrstu ellivu.
Meiri enn viljin
KÍ hevði alla tíðina havt viljan at vera við og vinna. Men sannleikin er, at heimaliðið hevði fyrsta tíman í fínu fótbóltslíkindunum sera ilt við at fáa tað at hanga saman. Hjalgrím Elttør var framúr sum arbeiðsmaður, og hann royndi at fáa samanspæl í lag. Men fyri tað mesta var tað soleiðis, at KÍ søplaði bóltin burtur beinanvegin, tá teir høvdu vunnið hann, og tí var tað leingi soleiðis, at teir runnu aftaná mótstøðumonnunum, vunnu nærdystirnar, mistu bóltin aftur og gjørdu fleiri fríspørk, sum við hvørt bóru vandamiklar støður við sær uttanfyri KÍ brotsteigin.
Eftir útskiftingarnar glapp rættuliga. KÍ vísti meiri hugflog, tað kom meiri breidd í, tyngdin í álopspartinum gjørdist størri, og hóast málini til 2?1 og 3?2 ikki stóðust av poleraðum og hugflogsríkum uppspæli, so var einki at siga til, at KÍ fyri fyrstu ferð síðani 1995 fór av heimavøllinum eftir at hava vunnið á HB. At teir fóru av vøllinum er í so nógv sagt. Klaksvíkingar fegnaðust sum um teir høvdu vunnið meistaraskapin, og tað gekk rúm tíð, áðrenn spælararnir fóru undir tak.
2?1 málið skoraði Harley Bertholdsen úr heilt stuttari fjarstøðu. Ove Nysted var hægstur, tá horna varð sent innfyri úr høgru, og eftir eitt lítið sindur av aftur og fram smekkaði veteranurin upp í nettakið.
Klaksvíkingar vóru ovurfegnir, men tá tveir minuttir vóru eftir, gekk tað, sum tað so mangan áður hevur gjørt. HB javnaði til 2?2. Jóhannis Joensen var hægstur við handara stólpan og stútaði frísparksinnlegg úr vinstru í málið.
Snópisligt hjá KÍ, men alt fór uppfrá, tá tríggir av teimum fýra minuttunum, sum vóru lagdir afturat, vóru farnir. Langur høgur bóltur varð lagdur fram í høgru, innskifti Erling Fles snittaði víðari við høvdinum, Heðin á Lakjuni tamdi til Kurt Mørkøre, sum snaraði um seg sjálvan og úr seytjan metrum og eitt sindur til høgru høgdi til og bólturin sat dygst undir samankomingini í handara síðunetinum.
Enn eina ferð hevði Kurt kongur í Klaksvík vunnið HB neisir, og hugsanirnar fóru eitt nú aftur til dystin í Gundadali í 1999, tá Kurt á veg til Noregs segði farvæl til KÍ við at skora sigursmálið ímóti HB og harvið av álvara at rætta kósina ímóti meistaraskapinum.
Verjukendir
HB spælararnir stóðu sum slignir á nevið, og tað var væl skiljandi. Svarið fer altíð at hanga í luftini, men spurningurin er, um HB ikki var við at taka lívið av sær sjálvum, tí teir vóru so verjukendir. Útgangsstøðan var 4?4?2 við Andrew av Fløtum á toppinum og Rógva Jacobsen aftanfyri.
Serliga í 1. hálvleiki var HB spælið væl betri skipað, enn tað var hjá KÍ. Trupulleikin hjá havnarmonnunum var, at teir megnaðu so at siga ikki at spæla seg til málmøguleikar. KÍ miðvøllurin og verjuspælararnir vóru sera grammir at kringseta bóltførandi mannin, og møguleikarnir at senda fram á vøllin vóru avmarkaðir. Andrew av Fløtum var alt ov einsamallur, hann noyddist ofta langt aftur á vøllin fyri at vera við til at føra bóltin fram, og so vóru Ove Nysted og Símun Joensen eirindarleysir í miðverjuni.
Tíðliga á árinum hevði HB tríggjar trumfar í álopinum. Nú er Uni Arge burtur, og hesa ferð hevði venjarin valt at halda Jón Róa Jacobsen í miðverjuni, tí Jan C. Dam og Hans á Lag vóru skadddir. Jón Rói er eisini hollur verjuspælari, men afturlítandi hevði tað ivaleyst verið gagnligari fyri HB, um onkur annar hevði røkt ta uppgávuna, og Jón Rói Jacobsen hevði stuðlað Andrew av Fløtum í álopinum.
Fáir møguleikar
Í fyrra umfarinum vóru fáir málmøguleikar. Hóast HB var leikliga betri skipað og hevði bóltin nógv tann størra partin av tíðini, so var KÍ meiri ágangandi frammanfyri málinum, og teir komu eisini á odda. Eftir innlegg frá Atla Danielsen í høgru, sneiddi Hjalgrím Elttør framvið tveimum, men møguleikin tóktist hvørva. Bólturin stakk til Allan Mørkøre, sum potaði til Heðin á Lakjuni. Úr átjan metrum smekkaði Heðin til, og tað sang í nettakinum aftanfyri Bárð Johannesen.
HB svaraði aftur við brotssparksmálið. Í ikki serliga vandamiklari støðu metti dómarin, at Rógvi Jacobsen varð skumpaður í ryggin, og Andrew av Fløtum trillaði bóltin í málið úr ellivu metrum.
Men í síðsta enda vóru klaksvíkingar drúgvari. Stríðsviljin lýsti av teimum. Andrew av Fløtum fekk eina ferð í 2. hálvleiki bóltin stungnan fram ímillum. Hjalgrím Elttør spenti aftaná honum og megnaði at taka bóltin av honum. Tað vísti vinnaraviljan, og í hinum endanum høvdu klaksvíkingar síðsta partin av tíðini Harley Bertholdsen og Kurt Mørkøre. Ikki minst tað gjørdi munin.
KÍ: Meinhardt Joensen ? Atli Danielsen, Ove Nysted, Símun Joensen, Rúni Elttør ? Allan Mørkøre, Jan Joensen, Allan Joensen, Hjalgrím Elttør ? Bjarne Vattelstad, Heðin á Lakjuni
HB: Bárður Johannesen ? Tór?Ingar Akselsen, Jóhannis Joensen, Jón Rói Jacobsen, Janus M. Joensen ? Bjarni Jørgensen, Rúni Nolsøe Nicu Dogaru, Hallur Danielsen ? Rógvi Jacobsen, Andrew av Fløtum










