Kurt Hansen 70 ár

Fríggjadagin verður ein kendur havnarmaður 70 ár. Kurt Hansen er dani, men hevur seinastu 35 árini búð í Føroyum.
Kurt er føddur í Jægerspris á Sælandi, men búði fleiri aðrastaðnis á Sælandi í sínum ungdómsárum. Eftir lokna skúlagongd gjørdist Kurt landbrugsmedhjælper á einum bóndagarði, men hann fór seinni í læru sum ekspedientur. Kurt bleiv útlærdur sum slíkur í handlinum hjá A. Nyholm í Ringsted, sum virkaði innan harraekvipering.
Í 1966 byrjaði Kurt at ferðast til Føroya sum handilsmaður, og á eini av sínum ferðum hagar hitti hann Kirsten, fødd. Johannesen, úr Havn, sum seinni gjørdist kona hansara.
Um ársskiftið 1969/70 búsettist Kurt í Føroyum, samstundis sum hann fór í starv í Skálabúðini í Havn, har hann framvegis starvast. Árið eftir giftust hann og Kirsten, og á heysti 1971 fingu tey eldru dóttrina Ann. Á heysti 1972 kom so yngra dótturin Lis. Kirsten og Kurt eiga tvær ommu- og abbadøtur, ið eita Barba og Eyð.
Tey flestu kenna óivað Kurt frá Skálabúðini, men hann hevur eisini verið sera virkin innan badminton í Føroyum, og somuleiðis hevur hann verið ógvuliga virkin í Havnar Klubba, har hann hevur sitið sum formaður í drúgt tíðarskeið. Eisini hevur Kurt verið virkin innan Lions Club í Føroyum og Tórshavnar Ítróttarráð.
Kurt kennir sera nógv fólk í Føroyum, og tað hevði tí glett hann, um fólk fríggjadagin høvdu lagt leiðina framvið klubbanum millum klokkan tíggju og trý, tá ið hann hevur opið hús í felagshølunum hjá Havnar Klubba.
Í sambandi við stóra dagin hjá Kurt koma eisini nógv av nærmastu skyldfólkum hansara í Danmark á vitjan, og tey verða ikki færri enn 12 í tali.