KÍ-VB
Tað var gott lag í Klaksvík hóskvøldið. Eftir góða avrikið og málleysa javnleikin móti toppliðnum av Skála, mundu fótbóltshugaðu klaksvíkingarnir tevja blóð. Í hvussu so er var áskoðarafjøldin størri, enn hon hevur verið í nógvum av hinum heimadystunum higartil í ár.
Og heimaáskoðararnir fingu tað, sum teir fyrst og fremst høvdu goldið fyri at síggja. KÍ vann 5-1 á VB, og harvið er sannlíkið nógv minni fyri, at talan skal gerast um leygardags fótbólt í Klaksvík næsta ár um ikki 3. deildarliðið fer at flyta upp!
Kurt Mørkøre hevur serligan status í Klaksvík. Tað hevur hann, tí hann alla sína fótbóltstíð hevur verið framúr sum málskjútti, og tað hevur hann, tí hann altíð hevur víst framúr hugburð á vøllinum undir venjing og í dystum.
Fyri mánað síðani kom hann úr Noregi at vera bjargingarmaður. Við málskjótingini hevur tað verið so sum so, men eingin í Klaksvík ivast í, at Mørkøre maðurin sum íblásari á vøllinum hevur verið hent amboð hjá Oddbirni Joensen.
Hóskvøldið glapp við málskjótingini. Kurt Mørkøre legði trý mál afturat stóru rúgvuni, sum hann seinastu tjúgu árini hevur skorað fyri KÍ.
Kurt skoraði fyrstu ferð, tá ið fimm minuttir vóru farnir. VB misti í uppspælinum, teir royndu at seta rangstøðufelluna, men ein verjuspælari hekk eftir, og Kurt gjørdist púra blankur. Aðrir spælarar høvdu kanska skinklað í knøunum, tá ið teir komu einsamallir móti so stórum og royndum málverja sum Bjarna Johansen, men tað gjørdi Kurt ikki, og so var 1-0.
KÍ var leikliga omaná. Men í 1. hálvleiki náddi heimaliðið ikki leikliga støðið, sum teir sunnudagin vístu, tá ið teir leingi høvdu Skála á pínubonkinum. Hugburðurin tóktist ikki at vera eins avgjørdur, og sendingarnar vóru ikki so neyvar og skjótar, sum tær vóru sunnudagin, og í 1. hálvleiki arbeiddu spælararnir ikki so væl fyri hvørjum øðrum, sum teir gjørdu sunnudagin.
Men tað var framvegis eingin ivi um, at KÍ var leikliga omaná. At teir vóru tað komst ikki so lítið av, at vágbingar vóru óvanliga spakir og tamir. Tað stemmaði yvirhøvur ikki hjá teimum. Yrkadag at ferðast úr Vági og til Klaksvíkar at spæla, tóktist hava kostað meiri, enn teir kanska høvdu roknað við, og VB spælararnir vóru neyvan so fokuseraðir á hesi uppgávuni, sum tað altíð er neyðugt at vera, um nakað munagott skal spyrjast burturúr. Teir vóru farnir úr Vági, og Klaksvík var bara millumstøð, áðrenn teir í gjár fóru til Sandgerði í Íslandi, har teir í vikuskiftinum skulu spæla móti Reynir.
VB hevði ikki stórvegis av møguleikum. Edvard Ble, sum var mest eyðsýndi miðvallarin, nú Milan Kuljic var leikbannaður, sendi fríspark í stólpan aftanfyri Meinhard Joensen. Nærri var VB ikki at fáa mál í 1. hálvleiki.
Klaksvíkingar høvdu ikki so nógvar møguleikar undan steðginum, men úrtøkan var stór. Miðskeiðis í 1. hálvleiki fingu teir tvey mál, og so var eingin ivi um, at stigini fóru at vera í Klaksvík. So var spurningurin bara, hvussu stórur sigurin fór at verða.
Heðin á Lakjuni økti til 2-0 við framúr góðum máli. Úr 20 metra fjarstøðu í vinstru fluktaði hann upp um Bjarna Joansen og dygst undir samankomingini. Hjalgrím Elttør økti til 3-0. Kurt Mørkøre spæla hann leysan í tunnu VB verjuni, Hjalgrím rak eitt vet úr vinstru og mitt fyri og setti framvið VB málverjanum.
Betri eftir steðgin
Lagið var gott kring vøllin, og fagnaðurin stórur yvir øll málini. Eftir steðgin gjørdist tað uppaftur betri, tí tá vóru hugburðurin og snittið hjá heimaliðnum heilt góð, meðan VB ikki var at kenna aftur, tá ið eitt nú verður sammett við avrikini, sum teir seinastu vikurnar hava víst í Eysturoy, og ikki minst tá ið hugsað verður um á Jóansøku, tá ið teir á heimavølli vunnu 5-1 á KÍ, sum tá var ógvuliga illa fyri.
KÍ segði takk fyri seinast. Úrslitið gjørdist 5-1, og KÍ kundi havt vunnið væl størri sigur. Í 2. hálvleiki høvdu teir nógvar málmøguleikar, men skotini vóru ikki altíð nóg neyv, Bjarni bjargaði fleiri ferðir, og verjuspælararnir blokeraðu ofta.
Kurt Mørkøre økti til 4-0, tá ið hann var fyrstur á returbólti í brotsteiginum. Miðverjin Anders Sørensen pyntaði um, tá ið hann við høvdinum stýrdi hornasparksinnleggi úr høgru í KÍ málið, og níggju minuttir undan dystarenda mundi fagnaðurin ongan enda tikið, tá ið Kurt Mørkøre fyri triðju ferð sendi bóltin í kassan. VB málverjin var eitt sindur uttarlaga staddur. Tað sá gamli málrevurin, og so lyfti hann bóltin hegnisliga upp um Bjarna og niður í málhornið.