Kurt í góða lagnum

Fótbóltur: Skoraði eitt gott mál og tiltuskaði sær ein ella tveir aðrar møguleikar

Føroyska liðið í norskum fótbólti, Sogndal, styrkti sunnudagin um sína støðu í royndini at vinna sær rætt til uppflyting. Teir høvdu vitjan av Bryne og vunnu 3-2. Støðan í hálvleikinum var 2-0, og teir 1.272 áskoðararnir sóu tríggjar minuttir undan steðginum Kurt Mørkøre úr seytjan metrum umvegis stólpan økja til 2-0.

? Tað var ein góð kensla at skora í fyrsta dystinum, og eg eri glaður um, at vit vunnu. Men eg haldi, at eg kundi havt skorað eitt ella kanska tvey mál afturat. Eina ferð kom eg leysur við málverjanum og misnýtti, og onkra ferðina kundi eg kanska havt skorað við høvdinum, sigur ein væl nøgdur Kurt Mørkøre, sum venur tvær ferðir um dagin og annars nýtir lívið sum yrkisspælari í Noregi.

Julian Johnsson stríddist sum ein hestur á miðvøllinum, og hann verður í norsku fjølmiðlunum mettur sum ein av bestu spælarunum hjá Sogndal, sum er á sjeynda plássi við 33 stigum. Men tað er bara eitt stig fram til Haugesund og Kjelsås, sum við 34 stigum eru á øðrum plássi. Saman við Sogndal hava Lyn, Eik-Tønsberg og Bryne eisini 33 stig.

Tað var annars um reppið, at Julian og Kurt og teir spældu av við sigurin. Tá 55 minuttir vóru farnir øktu teir um leiðsluna til 3-0, men so gekk ikki so væl. Móstøðumenninir minkaðu um munin eftir 57 og 77 minuttir, og síðstu tíggju minuttirnar spældi Sogndal bara við tíggju monnum.

Sambært skránni skuldi Sogndal spælt aftur komandi vikuskifti, men tann dysturin er útsettur:

? Julian skal heim til landsdyst, og so hava vit tveir spælarar, sum skulu spæla á norska U-21 landsliðnum. Hetta er orsøkin til, at vit hava frí frá landskappingini komandi vikuskifti, sigur Kurt Mørkøre, sum sjálvandi harmast, tá hann hoyrir, at gomlu liðfelagarnir í Klaksvík einki fingu burturúr ferðini til Vágs.