Kurt byrjar við KÍ

Saman við Kurt eru fleiri aðrir í B36, ið hava havt nógv við KÍ at gera. Hjálparvenjarin, D. J. Joensen, var hjálparvenjari hjá Tony Paris og KÍ í fjør, og millum B36 spælararnir eru Jákup Mikkelsen, Ovi Nysted og Allan Mørkøre, sum allir eru uppaldir í KÍ.

Sum skilst, so eru bæði liðini at kalla fullmannað til dystin í dag. Hjá KÍ hevur Kareem Smith tó ikki vant seinastu vikurnar, og hann er ivasamur.