Partabrøv
Síðani Atlantic Petroleum í mai mánaði í fjør varð skrásett á íslendska virðisbrævamarknaðinum, eru ognirnar hjá partaeigarunum øktar munandi í virði.
Sum tað framgongur av hjáløgdu talvu, so er kursvirðið á partabrævinum nú komið upp á 453. Hetta skal síggjast í mun til kursin á 314, sum var galdandi, tá felagið var skrásett. Og í mun til kurs 265, sum var galdandi, tá felagið fyri góðum ári síðani framdi seinastu partapeningshækkanina.
»Rætta« virðið er tvífalt
Men sambært analysuni hjá Eik Bank Danmark, so er veruliga virðið á partabrævinum nakað nógv hægri.
Í greiningini verður víst á, at oljuprísurin hevur verið støðugt hækkandi seinastu tíðina. Samstundis hava bretar gjørt stór oljufund nærhendis føroyska markinum, og hetta vil alt annað líka gera føroyska oljufelagið meira áhugavert. Eisini verður mett, at Atlantic Petroleum hevur eitt sera gott útgangsstøði á føroyska økinum sammett við fleiri av kappingarneytunum. Serstakliga tá talan gerst um at finna góðar samstarvsfelagar. Og hartil verður ikki mett, at menningarloyvini, sum AP eigur, veruliga endurspeglað aktuella partabrævakursinum, verður millum annað sagt í analysuni.
Hetta er nakrar av høvuðsgrundgevingunum í niðurstøðuni, sum Eik Bank hevur gjørt, men fyri verandi og komandi íleggjarar er endaliga niðurstøðan í tølum helst tann mest áhugaverda.
Tá greiningin varð gjørd, var kursurin á AP-partabrævinum 412. Hann er í dag komin upp á 452 - helst eisini ávirkaður av greiningini. Men vøksturin steðgar ikki her, sambært greiningini. Sonevndi »fair kursurin«, altso eitt rímiligt virði, verður mett til 884, og tað munnu vera søtir tónar í oyrunum hjá íleggjarunum. Ikki minst, tá sagt verður, at hetta er »upp á stutt sikt« - altso innan eitt ár ella so.
At hetta so ikki er hent, verður partvíst tengt at tí veruleikanum, at talan er um fyrsta leitingarfelag, sum er skrásett í Íslandi. Tað vil siga, at marknaðurin av íleggjarum ikki hevur eins góðan kunnleika til slík feløg, sum eitt nú íleggjarar í London hava. Og hóast forvitni, so kann hetta sjálvandi eisini elva til varsemi.
Renta: 234%
Bankin mælir íleggjarum til at keypa partabrævið, men ávarar samstundis ímóti, at talan er um eina vágafulla íløgur.
Tó at íløguvágin í oljuleitingarfeløg altíð verður mettur sum stórur, so er lítið at ivast í, at tíðindini fara at draga hópin av íleggjarum móti føroyska partabrævinum. Verður tosað um ein møguligan kursvinning upp ímóti teimum 100, so er talan nærum um jackpot á partabrævamarknaðinum, og tí verður partabrævið ein sera áhugaverdur partur av porteføljanum hjá íleggjarum - eisini stórum íleggjarum.
Og fyri tey, sum longu seinasta vetur keyptu sær partabræv, man hetta ikki vera minni áhugavert. Kursurin var tá 265, og heldur metingin hjá Eik Bank Danmark, so verður altso talan um kursvinning, sum er heili 234%, og tað er nakað væl meira, enn íløgur í miðal kasta av sær.
Í Føroyum eru Føroya Sparikassi og Kaupthing limir í ICEX, og umsita hesi handlar á íslendska virðisbrævamarknaðin.