Nikkei-vísitalið á japanska virðisbrævamarknaðinum hevur ikki verið so langt niðri seinastu fimm árini Partabrævavirðið á marknaðinum í Tokyo er fallið so nógv í nátt, at tá marknaðurin lat aftur í morgun, var Nikkei-vísitalið fallið 6,88 prosent.
Virðið fall, so skjótt marknaðurin lat upp, men fallið gjørdi rættiliga um seg, tá tann stóra fyritøkan Sony boðaði frá, at avlopið hjá henni verður munandi minni í ár enn í fjør.
Sambært fráboðanini verður avlopið næstan 90 prosent minni enn í 2007, og tað er eitt nógv verri úrslit, enn marknaðurin hevði roklnað við, skrivar Reuters úr Tokyo.
Boðini frá Sony høvdu millum annað við sær, at partabrøvini í øðrum tøknifyritøkum so sum Canon komu undir stórt trýst.









