Kursfallið kostar

Norski ríkmaðurin Kjell Inge Røkke hevur mist meiri enn fimm milliardir krónur tann seinasta mánaðin.

Tann seinasta mánaðin er partabrævavirðið fallið um allan heimin, og tað hevur kostað nógvum av teimum stóru íleggjarunum nógv.

Ein uppgerð hjá norska blaðnum Aftenposten vísir, at har hevur kursfallið kostað trimum av trimum av teimum fremstu vinnulívsmonnunum næstan 16 milliardir krónur. Meinast raktur er tann kendi vinnulívsmaðurin Kjell Inge Røkke. Tann 11. mai var eitt partabræv í fyritøku hansara, Aker, 376 krónur vert, men í gjár var virðið komið niður á 260 krónur. Sjálvur eigur Røkke tveir triðingar av partapeninginum í fyritøkuni, og tað merkir, at hann hevur mist virði fyri 5,6 milliardir krónur síðani 11. mai.

Í krónum er tað kortini reiðarin John Fredriksen, sum hevur mist mest. Tann 11. mai var fyritøka hansara góðar 31 milliardir krónur verd, men í gjár bara 23,5, so hann hevur mist 7,9 milliardir krónur.

Tann triði, sum Aftenposten nevnir, er Stein Erik Hagen. Hann er høvuðseigari í stórfyritøkuni Orkla, og hansara partur av partapeninginum er 2,4 milliardir krónur minni verdur nú enn fyri einum mánað síðani.