Kurl@ ? fyrimyndin fyri aðrar barnagarðar

Stutt eftir at Dagstovnalógin var samtykt, vendi Føroya Tele sær til Tórshavnar kommunu við fyrisurningi um at seta á stovn egnan barnagarð.

Tí sambært Dagstovnalógini frá 10.05.2000, kann kommunan loyva øðrum, t.d. fyritøkum og stovnum, at stovnseta egnan dagstovn treytað av, at allar ásetingar í lógini verða fylgdar.
Tórshavnar kommuna og Føroya Tele fóru í samráðingar um at gera ein barnagarð til starvsfólkið hjá fyritøkuni. Úrslitið bleiv, at Føroya Tele rindaði 80% og kommunan 20% av íløguni. Raksturin gjalda Kommunan 70% og foreldurini 30% á sama hátt sum allir aðrir dagstovnar. Partarnir samdust eisini um, at um so er, at yvirskotspláss eru á stovunium, so skal tey latast børnum á kommunala bíðilistanum.
Fyri Tórshavnar kommunu var tað sera umráðandi, tá sáttmálin kundi brúkast sum fyrimynd, um onnur feløg ella stovnar komu við umsókn, um at stovnseta egnan barnagarð.
Ynskið um ein barnagarð til Landssjúkrahúsið er gamalt, tað var frammi í 60 árunum og hevur síðani ofta verið frammi í kjakinum um vantandi barnaansing í Havn. Nú, vit hava fingið dagstovnalóg ina, sum greitt ásetir, at barnagarðsøkið er kommunalt mál burturav, byrjar norðoyartingmaður at taka trupulleikan í álvara. Ikki tí hann vil loysa nakran barnaansingartrupulleika, men tí hann vil ikki hava, at landið skal gjalda fyri tænastu í Havn.
Tað er sera harmuligt, at tingmaðurin velur at leypa á Havnina, heldur enn at viðgera spurningin um barnagarð til Landssjúkrahúsið. Ein barnagarður til Landssjúkrahúsið kann verða fyrimynd fyri alt landið. Enn betur, um tingmaðurin valdi at luttaka í kjakinum um eina varðandi loysn á barnaansing, sum heild. T.d. við einum uppskoti um at broyta dagstovnlógina soleiðis, at barnaansingartrygd bleiv eitt krav til kommunurnar.
So leingi vit ikki hava tryggjað øllum børnum mennandi dagstovnapláss, arbeiða kommunurnar eftrir Dagstovnalógini. Lógini, sum loyvir kommunum at lata fyritøkur og stovnar gera sínar egnu barnagarðar. Lógin sigur einki um, hvussu slíkur stovnur skal fíggjast, tí hevur Tórshavnar kommuna gjørt sáttmála við Føroya Tele um barnagarð. Ein sáttmála, sum fyri Tórshavnar kommunu vil verða grundarlagið og fyrimyndin, um aðrar fyritøkur ella stovnar hava líka bæriligar ætlanir um at stovnseta barnagarð, sum Føroya Tele.