Hjørdis og Jørgen Bayn hava ferðast nógv kring heimin og fingið íblástur til sínar málningar.
Í fjør vóru tey í Føroyum fyri fyrstu ferð og kunnaðu seg um landið, samstundis sum tey bíløgdu sær Smiðjuna í Lítluvík til eina framsýning. Eftir ætlan skulu tey verða í einar 2-3 vikur í Føroyum í summar.
Hjúnini búgva í Humlebæk, har tey hava sítt egna atelier. Framsýningin í Smiðjuni verður í døgunum 20. til 27. august.