Páll Kunoy, ið, sum navnið sigur, er ættaður úr Kunoy, hevur verið virkin og skrivað bøkur síðani hann legði frá sær í 2005 – seks bøkur er tað vorðið til.
Páll, sum er skipsførari hevur eisini siglt úti og eina tíð við ferðamannaskipinum, Tjaldrið, sum Skipafelagið átti. Páll tók við sum deildarstjóri á Sjóvátryggingini í 1989 og var hann har í 12 ár til hann fór á Trygd í 2000, hagani hann við ársenda í 2005 legði frá sær.
Fimm av bøkunum siga frá sjólívi og sjóvinnusøguni í Klaksvík og Norðoyggjum, men sjálvandi fer søgan longur, tí menninir, sum vóru við skipunum, talan er um, komu so víða frá.
Bøkurnar talan er um, eru:
Lívsbardagi á Kappanum – søgan um Coronet, frá 2006
Fossanes – bóru ikki boð í bý, frá 2007 og endurprentað í 2014
Ernestine, frá 2009
Skarðsbygd – tey orkaðu ikki meir, frá 2012
Gingu burtur somu nátt – Immanuel og Laura, frá 2013
Verdandi - teir komu ikki aftur, frá 2014
Klaksvíkar kommuna hevur stuðlað flestu bókaútgávunum, og hevur eisini skipað fyri útgávudøgum fyri bókunum í Klaksvík. Hesum vildi Páll Kunoy takka Klaksvíkar býráði fyri og bankaði hann á dyrnar síðsta fríggjadag við tveimum bókapakkum við øllum seks bókunum í at handa Jógvani Skorheim, borgarstjóra.
Jógvan Skorheim takkaði fyri og vísti til góða klípið hesar bøkur eru til bygda- og sjóvinnusøguna í Klaksvík, Norðoyggjum og her um vegir.










