Kunnu vit námsfrøðingar vanta eitt pedagográð???

Seinastu dagarnar eru fleiri góðar og skilagóðar loysnir komnar frá Helenu Dam á Neystabø, landstýriskvinnu í mentamálunum. Tað eri eg sjálvsagt fegin um. Her meini eg við, at hon hevur sett eitt fólkaskúlaráð og eitt fjølmiðlaráð, sum er umboðað av fakfólki innan hesu øki.

Høvuðsendamálið er við hesum ráðum er at menna hesi ávísu øki, við at ráðini skulu ráðgeva Mentamálaráðnum og landstýriskvinnuni. Ætlanin er, at meira kemur burturúr, at góðskan í framtíðini gerst alsamt betri, og at økini mennast á sínum mongu økjum.  Somuleiðis skapa hesi ráð eitt tættari samband millum hægsta myndugleika á økinum og fakfólkini, sum starvast undir mentamálaráðnum.?Eg fari tí at spyrja Helenu Dam á Neystabø, sum varar av okkara dagstovnaøki,  um hon hevur líknandi ætlanir innan okkara námsfrøðisliga øki. ?Her hugsi eg serliga um dagstovnar og frítíðarskúlar, sum jú hava sera tætt samband við skúlaøkið í gerandisdegnum. Serliga frítíðarskúlar og forskúlar hava bæði leiðsluspurningar, sum skulu samansjóðast við leiðslurnar í fólkaskúlunum.  ?Tað eru nógvir ivaspurningar: 1) skúlabyrjan, 2) nær skulu børn byrja í skúla, 3) pedagogar til skúlarnar, 4) hava børn ov nógvar tímar í 1. og 2. flokki??Ja, og eitt hav av felagsspurningum, sum eitt tílkíkt ráð kundi hjálpt   Mentamálaráðnum við – og tað við einum endamáli, nevniliga at vit fáa ein góðan skúla og eina sterka framtíð fyri okkara land. ?Framtíðin er jú børnini!?Min spurningur er so, um vit kunnu vænta eitt "pedagográð" eins og tey, sum hini fakøkini undir Mentamálaráðnum hava fingið?