Tá DR plagdi at senda Formel 1, sóu vit vanliga koyringarnar beinleiðis í SVF sum samsendingar við DR. Tá TV3 seinasta ár keypti sær rættindini, mistu vit møguleikan at síggja koyringarnar.
Í ár er tað TV2 sum eigur rættindini, men eg síggi at fyrsta koyringin 7. mars, er ikki skrásett hjá SVF, SVF plagar annars at hava fínt samstarv við TV2. Eg vil tí fegin heita á leiðsluna í SVF um at fáa hendan vælumtókta ítrótt aftur á skíggjan, antin í samstarv við TV2 ella í samstarv við eitt nú norskt sjónvarp.
Eftir olympiadurnar og heimsmeistaraheitið í fótbólti er formel 1, mest eftirhugdi ítróttur í heiminum, og Føroyar er einki undantak.
Vinarliga
Niels Uni Dam, Magnus Jakobsen,
Petur Eyðun Dam, Magni E. Dalsgaard,
Hans Suni Eiriksfoss, Jón K. Joensen,
Ronald Poulsen og Sveinur Gullfoss