Fótbóltur
Føroysku fótbóltskvinnurnar taka í hesum døgum lut í minikapping í Luksemburg.
Hini mótstøðuliðini eru Luksemburg, Letland og Kasakhstan, og higar til hevur gingið væl hjá okkara kvinnum.
Kasakhstan eigur hægst styrkismetta liðið, og áður hava Føroyar tapt tepurt móti teimum, men leygardagin spældu okkara tó málleysan javnleik. Úr Luksemburg verður sagt, at hóast føroysku kvinnurnar tekniskt vóru omanfyri Kasakhstan, so fingu hesar fleiri góðar møguleikar, sum Randi Wardum í føroyska málinum tó tók sær av.
Vunnu móti 10 lettum
Í gjár varð so spælt móti Letlandi, og her vunnu føroysku kvinnurnar 4-2 eftir at okkara vóru á odda 2-1 í steðginum.
Føroysku kvinnurnar fingu eisini annan fyrimun undan steðginum, tá málverjin hjá Letlandi fekk reytt kort fyri at steðga eini leysari Heidi Sevdal, men hóast hetta høvdu okkara trupult við veruliga at seta seg á dystin.
Móti dystarenda møddust lettisku kvinnurnar tó dekan ov nógv, og so kundu okkara seta trumf á.
Føroyskir málskjúttar móti Letlandi vóru Rannvá B. Andreasen og Elin Katrina Haraldsen, sum skutu tvey mál hvør.
Støðan undan seinasta umfarinum er nú, at Føroyar og Kasakhstan stríðast um oddasessin í kappingini. Vinna bæði sín dyst í dag, verður málmunurin avgerandi.










