Kunnu vinna gullið í dag

Enn eru fimtan stig eftir at spæla um í bestu kvinnudeildini, men tað leggja kvinnurnar hjá KÍ ikki tað stóra í.

Tær eru longu 14 stig framman fyri næst fremsta liðnum í deildini, og tí tryggja tær sær gullið, um tær koma aftur úr Vági við trimum stigum í dag.

Og so er talan altso um níggjunda FM-gullið á rað hjá KÍ-kvinnunum!