Kunnu vinna eini hús í kvøld

Finalan í Nybyggerne verður send kl 19

Tað er í kvøld, at tey bæði Sunnvá Dahl Rasmussen og Martin Høgfeldt Olsen kuknny vinna eini hús, tá finalan í donsku sendingini Nybyggerne verður víst.

Finalan í sendingini verður víst í Kringvarpinum, og tað ber eisini til hjá føroyingum at atkvøða við sms-boðum, tá atkvøðugreiðslan letur upp.

Sendingin plagar at vera 40-45 minuttir, og pørini øll verða filmað, meðan tey sita í eini sofu. Tey fáa tíðindini um, hvør hevur vunnið, samstundis sum hyggjarin fær tey. Til ber bara at atkvøða tann tíman, sendingin er - eisini í Føroyum.

Les longri samrøðu við spenta parið í Vikuskiftis Sosialinum, sum er at fáa í sølubúðum kring landið og talgildur her.

Finalan verður send í Kringvarpinum kl 19.