Kunnu vera stolt av flogvøllinum

Tollfríi handilin er sjey ferðir so stórur sum í gomlu farstøðini

“Eg bleiv ordiliga rørd, tá eg lurtaði eftir útvarpinum í morgun. Endiliga er dagurin komin, sum vit hava arbeitt ímóti so leingi”, sigur Jonny Müller, leiðari av Dutyfree FAE, tollfríu søluni á flogvøllinum. “Vit hava fingið ein flogvøll, sum vit kunnu vera stolt av.”

 

Tollfría sølan hevur fingið nógv betri karmar í nýggju farstøðini. “Handilin er voksin úr 60 m2 til 450 m2, og talið av einstøkum vørum er voksið úr 800 til 5000”, sigur Jonny Müller. Hetta ger tað møguligt hjá handlinum at bjóða eitt stórt úrval av vørum og ikki bara tað, ið vanliga selur best.

 

Eisini er ætlanin at víðkað um søluna av føroyskum vørum. “Fyribils er úrvalið av føroyskum vørum avmarkað, men við tíðini vóni eg, at vit kunnu víðkað um úrvalið av føroyskum vørum eisini,” sigur hon.