Fimm av manningini á veitingarskipinum ?Bourbon Dolphin?, ið holvdist í kvøld, eru ikki komnir afturíaftur. Teir kunnu vera inni í skipinum. Bretska bjargingartænastan hevur tí gjørt av at senda kavarar til ?Bourbon Dolphin?, so teir kunnu fara niður undir skipið at vita, um teir fimm kunnu vera har.
15 mans vóru við norska veitingarskipinum, sum holvdist nakað eftir klokkan seks okkara tíð í kvøld, og 10 teirra eru bjargaðir. Øll manningin er norsk.
?Bourbon Dolphin? var hjá leitipallinum Transocean Rather, sum leitar eftir olju einar 80 fjórðingar í útnyrðing úr Hetlandi. Tað er sutt frá føroyska markinum.
Skipið er nýtt. Tað varð latið eigarunum í fjør.