Málið um ætlanina at byggja vindorkuna út í Hoyvíkshaganum, kann enda í rættinum. Tað sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.
Men hann sigur, at tað verður ein spurningur, nevndin og eigararnir í Sev, nevniliga kommunurnar, koma at taka støðu til.
Hinvegin leggur hann afturat, at talan er um ein spurning, sum er so prinsipiellur, at kemur ikki broyting í, er rættarskipanin ein møguleiki.
Tað er ætlanin at byggja seta vindmyllur upp í Hoyvíkshaganum, sum elvir til so stóra misnøgd í SEV, at tey eisini umhugsa møguleikan at stevna.
SEV sigur í eini fráboðan í dag, at landsmyndugleikarnir hava skumpað kappingina um vindorkuna í Hoyvíkshaganum til viks. Og tað gera teir, hóast í frí kapping um vindorku higartil hava spart vinnu, húsarhaldum og stovnum tilsamans 57 milliónir krónur, hevur SEV roknað seg fram til.
Men í Hoyvíkshaganum er festaran sloppin at gera eina serliga avtalu við eitt privat felag, Røkt, og sostatt er hann sloppin at forða fyri fríari kapping, sigur Sev. Kapping hevur annars verið eitt týðandi amboð fyri at røkka endamálinum í elveitingarlógini um, at elprísurin ikki skal vera hægri enn neyðugt.
Vanlig mannagongd hevur verið, at øll kunnu bjóða upp á vindorku á sama staði, har SEV eisini hevur givið øllum áhugaðum atgongd til allar upplýsingar um vindmátingar á staðnum.
Í Hoyvíkshaganum er kappingin tó útihýst, tí í hesum førum sleppur eingin at bjóða. Tað einasta, onnur sleppa at bjóða upp á, er, at fáa loyvi til at seta vindmyllur upp onkra aðrastaðni, sum geva líka nógva orku sum tær í Hoyvíkshaganum.
Men tað er ikki hugsð um, at onnur øki als ikki kunnu samanberast við góðu umstøðurnar at seta vindmyllur upp í Hoyvíkshaganum.
SEV sigur, at sostatt verður tað dýrari at reisa vindmyllur á øðrum økjum, og tað merkir so aftur at eitt privat felag, hevur fingið framíhjárætt í kappingini, bæði tá talan er um sjálvt økið og vindmátingarnar frá SEV.
SEV sigur, at festarin hevur fingið loyvi um at gera avtaluna um vindmylluna eftir landbúnaðarlógini og sostatt gongur hetta tikið fram um aðalendamálið í elveitingalógini, sum er at tryggja, at elprísurin ikki verður hægri enn neyðugt.
Sostatt eru øll onnur áhugað eru stongd úti úr Hoyvíkshaganum, samstundis sum einki annað øki er til taks nærhendis, sum kundi havt javnbjóðis kapping við sær, sigur Sev.
SEV sigur, at málið er kært til Fiskimálaráðið, sum hevur staðfest, at tilsøgnin til festaran skal standa við. Heilsu- og innlendismálaráðið, sum varðar av elorkuøkinum, ger einki við hesa støðuna, hóast tað fer at raka bæði brúkaran og elprísin.
SEV sigur, at hetta málið má loysast fyri at fólk framhaldandi kunnu hava álit á, at øll eru javntsett í lógini, og at ávísir persónar, og ávís feløg, ikki verða viðgjørd eftir serligum reglum uttan um aðalendamálið í elveitingarlógini, ið er at tryggja, at elprísurin ikki verður hægri enn neyðugt.
Og SEV sigur, at málið er so grundleggjandi, at loysa myndugleikarnir ikki málið, kann tað verða lagt fyri rættin til eina endaliga avgerð.