Teistin hevur longu avlýst fleiri túrar í dag og hóast teir sigla í løtuni, gevast teir aftur seinnapartin. Fyri løtu síðani boðaði Strandferðslan frá, at Smyril eisini broytir ferðaætlanina. Túrurin av Havnini klokkn 21.15 verður útsettur til klokkan 22.
Jens Petur Brattalíð, ferðslusamskipari hjá Strandfararskipum Landsins, sigur, at orsøkin er, at Smyril í løtuni siglur vesturum, tað vil siga vestan fyri Dímunarnar báðar, Skúvoynna og Sandoynna, fyri at fáa lívd frá landsynninginum og eystanættini.
- Tí tekur túrurin um Suðuroyarfjørð upp móti trimum tímum, og tá er torført at halda verandi ferðaætlan. Tí er fráferðin av Havnini útsett til klokkan 22 í kvøld. Ferðafólkini, sum fara suður í kvøld skulu ikki vænta at vera á Krambatanga fyrr enn út móti klokkan 1 í nátt, sigur Jens Petur Brattalíð. Smyril sigldi eisini vesturum í gjár.
Sum nevnt hevur Teistin siglt óregluliga í allan dag og annars er nógvur vindur um landið.
- So leingi sum veðrið verður sum tað er, kunnu fólk vænta seinkingar og møguliga avlýsingar á leiðunum hjá Strandferðsluni sigur Jens Petur Brattalíð og heitir á fólk um at kunna seg um ferðsluna á heimasíðu felagsins ella við at ringja til rutuupplýsingina. Veðurstovurnar boða frá, at hetta veðrið heldur sær líka til týsdagin.











