Tað verður nógvur vindur í dag vestaneftir og tað fær Strandferðsluna at binda um heilan fingur. Hann fer at veksa vindin nú út á fyrrapartin og seinnapartin verður hann einar 30 metrar um sekundið hvirlunum. Ættin verður óstøðug tí hann skiftur ímillum vestan og útnyrðing, men í kvøld verður hann eisini útsynningur eitt skifti við hørðum hvirlum.
Tískil hevur Strandferðslan longu nú boðað frá, at tað er væntandi, at samferðslan verður órógvað, bæði á sjógvi og landi – og um alt landið eisini. Fyribils er tað bara Smyril, sum ítøkiliga hevur avlýst ein túr. Hann siglur eftir ferðaætlanini í morgun, men hann fer ikki av Havnini klokkan 16 og av Krambatanga klokkan 18.30, sum ætlað. Tí siglur hann ikki aftur fyrr enn av Havnini aftur klokkan 21.15 í kvøld.
Hann fer at hæsa seint í kvøld og í nátt, men yvirhøvur eru nakrir buldrasligir dagar fyri framman við nógvum vindi, tó ikki so nógvum sum í dag og tað verður ikki fyrrenn hósdagin, at veðurgudarnir blíðkast aftur.











