Nú er málið avgreitt, og kyndilsleikararnir hava boða frá, at teir aftur eru tøkir til landsliðið. Landsliðsvenjarin sigur, at hann ikki kennir mannagongdirnar í slíkum málum enn.
- Eg veit ikki enn, um reglur ella mannagongdir finnast fyri slíkt í Føroyum. Hondbóltssambandið hevur yvirtikið málið, og í løtuni kanna teir, hvussu sovorðin mál vera handfarin aðrastaðni. Eg veit tó, at onnur sersambond aðrastaðni síggja strengt uppá slíkar avgerðir, sum Kyndil tók, tá teir valdu at draga landsliðið inn í málið um Hans Áka Dal Christiansen. Serliga í fótbólti verður slíkt ofta revsað hart í øðrum londum.
Landsliðsvenjarin leggur tó afturat, at kyndilsleikararnir kunnu væntað sær harða revsing.
- Eg segði tað eisini fyrr í vikuni, at eg helt avgerðina hjá kyndilsleikarunum vera púra burtur við, og tað haldi eg enn. Kyndilsleikararnir, sum eru á landsliðnum, kunnu heilt víst vænta sær leikbann frá landsliðnum, og allir leikararnir fara at fáa somu revsing.