Eitt mál um at stroyma sjónvarpsrásir ólógliga, er nú á veg í Føroya Rætt. Og har kunnu teir vænta sær at fáa fleiri túsund krónur í bót í part.
Tað var fyri einum ári síðani, at løgreglan gjørdi húsarannsókn í einum húsum, har ein maður bjóðaði føroyingum at hyggja eftir fleiri sjónvarpsrásum fyri ein ógvuliga bíligan penga.
Slíkt er at bróta upphavsrættindindi og løgreglan staðfesti, at tá ið húsarannsóknin varð gjørd, vóru einir 80 føroyingar við í skipanini, men eisini aðrir høvdu verið upp i í, so tilsamans er talan um eini 100 fólk, sum hava tikið av hesum tilboðnum.
Martin Gravesen hjá ákæruvaldinum í Føroyum, sigur, at tey eru komin rættiliga langt í kanningunum og hann sigur, at gongst sum ætlað, verða teir fyrstu brúkararnir førdur fyri rættin nú í heyst.
Hann sigur, at tey hava ikki havt slík mál í Føroyum áður, og tí er endamálið at royna nøkur av málinum í rættinum fyri at fáa dómsvaldið á áseta bótina. Bótin, sum so verður ásett, verður í hesum málum, verður so avgerðandi fyri, hvussu stóra bót, øll hini, sum vóru við í skipanini, skulu hava.
Av tí, at talan er um nýggj mál í Føroyum, vil Martin Gravesen ikki meta nakað um, hvussu stórar bøturnar vera.
Men hann sigur, at í Danmark er grundhugsanin tann, at bótin skal vera so stór, at tað ikki skal loysa seg at vera við í slíkum skipanum.
Støddin á bótini er tengd at, hvussu leingi, ein hevur verið við í eini slíkari skipan, men í Danmark er tað ikki óvanligt at síggja bøtur upp á 5.000 – 10.000 krónur, og eisini hægri enn tað.
Hann sigur, at samstundis verður eisini føroyski útbjóðarin ákærdur, og bótin, hann fær, verður so eisini ásett eftir, hvussu leingi hann hevur havt hesa tænastuni, hvussu nógv viðskiftafólk hann hevur havt og hvussu nógv, hann hevur forvunnið.
Men grundhugsanin er tann sama, nevniliga, at bótin skal vera so stór, at tað skal ikki loysa seg at bjóða slíkar tænastur út, sigur Martin Gravesen.