Nú verða tey fyrstu fólkini ákærd í einum máli um ólógligar sjónvarpsrásir í Føroyum.
Talan er um ein mann, sum hevur bjóðað føroyingum at síggja ymsar sjónvarpsrásir á internetinum fyri ein prís, sum er nógv lægri enn tann prísin, aðrir veitarar hava, eitt nú Televarpið og Canal Digital, sum teru teir veitararnir, nógv flestu føroyingarnir brúka.
Tað var síðsta summar, at løgreglan gjørdi húsarannsókn hjá manninum, og í kjalarvørrinum á tí varð greitt, at tað vóru gott og væl 80 fólk, ið høvdu tikið av tilboðnum um at síggja bíligar sjónvarpsrásir
Av tí, at hetta er fyrsta málið av hesum slagnum í Føroyum, er eitt sindur ógreitt, hvussu stór bótin skal vera. Hildur Hentze á Kanningardeildini hjá løregluni, sigur, at tessvegna verða nøkur av málinum nú løgd fyri Føroya Rætta at taka støðu til.
Í hesum sambandi verður, í fyrsta lagi, útbjóðarin sjálvur, førdur fyri rættin, og haraftur verða fimm av teimum, sum hava tikið av tilboðnum um at síggja bíligt sjónvarp, eisini førd fyri rættin.
Tá ið tey málini eru avgreidd, og støddin á bótini ásett, kunnu øll hini, sum eisini vóru knýtt í skipanina, eisini vænta sær eina tilsvarandi bót.
Hildur Hentze mælir fólki til at brúka vit og skil á hesum øki. Er tað onkur, ið bjóðar fólki til at síggja sjónvarpsrásir fyri ein prís, sum liggur væl undir tí, aðrir veitarar hava, eigur tað at fáa fólk at hugsa um, at talan kann vera um eina ólógliga tænastu, sigur hon.










